Stjørnukokkur letur nýggja matstovu upp í Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kendi kokkkurin Poul Andrias Ziska letur nýggju matstovuna Paz upp í Havn.

Hesum boðar hann frá á Instagram, har hann skrivar:
– Tíðin er komin til eitt nýtt kapittul – eitt sum førir meg aftur til Havnar, har eg eri føddur og uppvaksin. Eg eri ovurfegin at kunngera, at Paz, mín egna matstova í høvuðsstaðnum, letur upp.

Poul Andrias Ziska hevur seinastu árini arbeitt við matstovuni KOKS, sum hevur havt sítt virki í Grønlandi, í Leynum og í Kirkjubø. Hann sigur, at hesar upplivingar hava givið honum møguleikan at kanna ráa vakurleikan í náttúruni og trýsta mørkini hjá kulinarisku siðvenjunum og rávørunum, sum eru serstakar fyri hvørt stað.

Í hesi nýggju matstovuni ætlar Poul Andrias Ziska at skapa eitt meira støðugt umhvørvi, har hann kann leggja dent á føroyska matmentan og søgurnar, hann kann siga ígjøgnum hana.

Hann skrivar á Instagram:
– Eg kann ikki bíða eftir at bjóða tykkum vælkomin til Paz og at deila hetta næstu ævintýrið við tykkum øll.