Støddfrøði 9 er seinasta útgávan í røðini Rokning og Støddfrøði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nám gevur út Støddfrøði 9 – Grundbók til 9 .flokk.

Bókin er tann seinasta í útgávurøðini Rokning og Støddfrøði. Fyrsta útgávan í røðini, Rokning 1a, var givin út í 2014.

Í røðini eru útgávurnar Rokning 1 til 6 til grunddeild og miðdeild og Støddfrøði 7-9 til hádeild.


Støddfrøði 9 er ætlað støddfrøðiundirvísingini í 9. flokki, men kann eisini nýtast í 10. flokki og á yrkisnámi.

Bókin bindur støddfrøði saman við praktisk viðurskifti.

Í bókini eru hesir kapittlar

  • Peningaviðurskifti
  • Geometri og sniðgeving
  • Algebra og líkningar
  • Funktiónir,
  • Líkindi