Jens Stoltenberg heldur fram sum aðalskrivari í Nato fram til 1. Oktober í 2024.
Hesum boðar Jens Stoltenberg sjálvur frá á Twitter, eftir at umboðsfólk fyri Nato londini hva góðtikið avgerðina.
-Eg eri æraður av avgerðini hjá teimum sameindu um at leingja mína tíð sum aðalstjóri fram til 1. Oktober í 2024. Transatlantiska sambandiå millum Evropa og Norðuramerika hevur tryggjað frælsi og trygd í næstan 75 ár, og í einum vandamiklum heimi er okkara samgonga týdningarmiklari enn nakrantíð áður, skrivar Jens Stoltenberg á Twitter.
Tað var annars ætlanin, at Stoltenberg skuldi gevast sum aðalstjóri eftir níggju ár í starvinum, og summi vildu vera við, at Mette Frederiksen, statsministari, var í uppskoti til nýggjan aðalskrivara.
Men tað verður so í øllum førum ikki fyrr enn næsta ár, nú tað er greitt, at Stoltenberg heldur fram.