,

Stóra vinnuútstykkingin á ovara Hjalla í Hoyvíkshaganum tekur skap

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Articon skrivar á Facebook, at arbeiðið at gera vinnuútstykkingina á ovara Hjalla í Hoyvíkshaganum gongur væl.

Ovari Hjalli er, sum navnið sigur, omanfyri vinnu- og handilsøkið á Hjalla og beint niðanfyri høllina við Tjarnir.

Í vinnuútstykkingini verða 29 vinnugrundstykkir gjørd klár. Grundstykkini eru frá 2.000 til 10.000 fermetrar, og samlaða økið fevnir um 130.000 fermetrar við vegi og leiðingum til vatn, fjarhita, kloakk og el.

Articon sigur, at 250.000 kubikk eru borað og sprongd, og 30.000 kubikk skulu spreingjast afturat.

Grótið verður brúkt til at fylla upp í økið, sum veruliga er farið at taka skap. Fínplaneringin er byrjað, og næsta stig er at leggja leiðingar, asfaltera og seta kantsteinar.

Verkætlanin er liður í at nøkta vaksandi tørvin á vinnustykkjum í Tórshavnar kommunu.


Myndir: Articon – Tekningar: Tórshavnar kommuna