,

Stórar avbjóðingar í heyst

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í komandi EM-undankappingum hjá U17-landsliðnum og U19-landsliðnum við gentum.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði liðini komu í rættuliga sterkar bólkar, og sleppa av álvara at royna seg í heyst.

U17-genturnar komu í bólk A3, saman við Onglandi, Niðurlondum og Kekkia. Kappingin verður í Onglandi frá 4. til 12. november.

Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A5, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia. Kappingin verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.