Í kvøld klokkan 20.00 spæla tvey av heimsins størstu fótbóltsfeløgum, Manchester City og Real Madrid, ein spennandi dyst í Champions League. Hetta er fjórða kappingarárið á rað, at hesir báðir risarnir hittast í avgerandi dysti í heimsins bestu fótbóltskapping.
Real Madrid er hart rakt av skaðum, og týðandi verjuleikarar sum Antonio Rüdiger, Dani Carvajal, Eder Militao og Lucas Vasquez eru úti. Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur fyri norska framherjan Erling Braut Haaland og hinar álopsleikararnar hjá City.
Eisini verður áhugavert at fylgja Kylian Mbappé úr Real Madrid og Erling Haaland úr Manchester City, sum hava skorað ávíkavist 51 og 47 mál í Champions League. Venjarin hjá City, Pep Guardiola, sigur, at tað verður torført at steðga Mbappé, Vincius Jr., Rodrygo og Jude Bellingham.
Dysturin ávirkar ikki bert Champions League hetta kappingarárið, men hevur eisini ávirkan á møguleikan hjá enskum fótbólti at tryggja sær fimm pláss í Champions League næsta kappingarár. Tað kann lættliga gerast avgerandi fyri, um City klárar at spæla seg til Champions League komandi ár, tí í løtuni eru teir júst nummar fimm í ensku Premier League.
Dystir í Champions League
Týsdag 11. februar 2025
- Kl. 17.45 Brest – Paris Saint-Germain
- Kl. 20.00 Manchester City – Real Madrid
- Kl. 20.00 Juventus – PSV Eindhoven
- Kl. 20.00 Sporting Clube de Portugal – Borussia Dortmund
Mikudag 12. februar 2025
- Kl. 17.45 Club Brugge KV – Atalanta BC
- Kl. 20.00 AS Monaco – SL Benfica
- Kl. 20.00 Feyenoord – AC Milan
- Kl. 20.00 Celtic FC – FC Bayern München