Stórfingin móttøka fyri Broddi í Sumba

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Góð kappróðarúrslit hava tað við at seta lív í bygdir og bygdasamfeløg, og í Sumba var einki undantak, tá ið genturnar á Broddi komu suður eftir at hava vunnið barnaróðurin á Norðoyastevnu.

Øll bygdini tók móti gentunum við reyðum blussum og fløggum.

Niðanfyri er ein filmsupptøka av móttøkuni og ein mynd av gentunum.

Tað var fyrstu ferð síðan 1965, at Broddur vinnur ein róður og fyrstu ferð nakrantíð við eini gentumanning.

Genturnar kláraðu seg væl við gamla Broddi í fjør, og tí gjørdi Sumbiar Ítróttafelag av, at lata Terja Reinert, bátasmið í Kollafirði, smíða nýggja Brodd, sum var flotaður 15. apríl.


Á Norðoyastevnu róðu hesar gentur við Broddi: (Kelda: rsf.fo)

  • Toftan – Bakborð: Britt Jónsdóttir Jespersen
  • Toftan – Stýriborð: Silja Johanna Dam Joensen
  • Rúmið – Bakborð: Noomi Eyðbjørnsdóttir Thomsen
  • Rúmið – Stýriborð: Eva Sofía Kjærbo
  • Lærið – Bakborð: Katrin Maria Jákupsdóttir Joensen
  • Lærið – Stýriborð: Pavlina Joensen Bielefeldt
  • Róðurskvinna: Daniella Hammer

Myndir og filmsupptøka: Eyðbjørn Thomsen