Síðsta hond verður í hesum døgum løgd á byggingina av stórhøllini við Tjarnir. Sambært stjóran, Regin W. Dalsgaard, verður opið hús tann 15. februar, og longu vikuna eftir er hondbóltskapping á skránni.
“Nú verður arbeitt fyri fullum seglum so alt verður klárt til tíðina, og tað rokna vit við at tað verður,” segði stjórin við FM1.
Samstundis verður arbeitt dúgliga við at fáa innkomuvegin kláran til 15. februar. Her er talan um tann partin sum gongur niðan frá rundkoyringini millum Hvítanes og Hjalla og til høllina og víðari til ovast á Løgmannabreyt í Hoyvík.
Restin av innkomuvegnum, sum umfatar Húsareynstunnilin og tilhoyrandi íbindingarvegir, verður liðugt at taka í nýtslu í apríl, sambært Tórshavnar kommunu.
Stórhøllin við Tjarnir skal ætlandi hýsa tiltøkum av alskyns slag, frá ítrótti og konsertum til ráðstevnur og framsýningar.
Tann 21-23. februar skal høllin standa sína fyrstu roynd sum karmur um eitt veruligt tiltak, nevniliga steypakappingina í hondbólti.
1. mars verður konsert við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson dirigenti, saman við Stongum, Guttesen og Ravnsfjall, við Marius Ziska og Leu Kampmann sum gestatónleikarum.
Tann 8. mars verður konsert við heimskendu Aqua úr Danmark, við upphiting av m.a. Hamradun, Jens Marni Band, Tinganest, Ester Skála við bólki, Esra & Markus, og DJ Cool.
Tann 12. mars verður landsdystur í hondbólti millum Føroyar og Holland.
Við Tjarnir hevur eina grundvídd upp á umleið 5.000 fermetrar, og bygningurin er í trimum hæddum, við einari samlaðari gólvvídd upp á uml. 8.100 fermetrar. Tann samlaða spæliflatan er knappar 2.500 fermetrar. Bygningurin kostar tilsamans 242 milliónir krónur, sambært stjóran. Eigarin er ein sjálvsognarstovnur, og Tórshavnar kommuna fíggjar helvtina av byggikostnaðnum, meðan restin verður fíggjað við stuðli frá Maersk, Fólkatinginum, Løgtinginum og Betri grunninum.
Myndir: Búi Tyril.











