Stórir steymbrúkarar kunnu bjóða upp á avlopsstreym

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SEV og Elveitingareftirlitið hava gjørt eina avtalu um at gagnnýta avlopsstreym frá vindmyllunum. Skipanin verður sett í verk í mai 2025 og skal tryggja, at meira vindorka verður nýtt í elskipanini.

Tá ið vindmyllurnar framleiða meira el enn eftirspurt, gongur avlopið fyri skeytið. Við nýggju skipanini kann hesin avlopsstreymur bjóðast út til stórar brúkarar, so vindorkan ikki fer til spillis.

Brúkarar, sum eru íbundnir háspenningsnetið á 10, 20 ella 60 kV, kunnu luttaka. Veitingin verður stýrd beinleiðis frá kontrollrúminum hjá SEV. Avlopsstreymurin skal nýtast til nýggja elnýtslu í staðin fyri olju, til dømis hitaskipanir ella processvarma.

Tað skal tó havast í huga, at veitingin ikki er støðug. Hon verður avbrotin, tá tørvur er á allari vindorkuni til vanliga nýtslu.

Skipanin verður væntandi klár innan tríggjar mánaðir. Í næstum verður eitt alment útboð av brúksmátti við nágreiniligum treytum.

Hetta er eitt týðandi stig fyri at økja um grøna orkunýtslu og minka um brúkið av olju í Føroyum.