Størsti televarpspakkin næstan 1000 krónur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Televarpið boðaði fyrr víkuni frá prísbroytingum, sum kom í gildið 1. januar 2025. Broytingarnar stava í høvuðsheitum frá øktum rættindakostnaðum, vanligum prísbroytingum á marknaðinum og broytingum í pakkunum. .

Hækkaðu prísirnir hava ført til kjak á netinum, og serliga eru tað fótbóltsfjepparar, sum halda tað er ov dýrt at hava haldið Stórapakki+, sum krevst um atgongd skal vera at síggja allar fótbóltsdystir.


Prísbroytingarnar hjá Televarpinum eru hesar:

Stóripakki+ 59 rásir:
Prísurin broytist frá 899 til 949 krónur/mánað. Haldið fær Viaplay Sport News afturat og Viaplay Total er framvegis í haldinum.

Stóripakki 37 rásir:
Prísurin broytist frá 686 til 724 krónur/mánað. Haldið fær Viaplay Sport News afturat og Viaplay Film og Serier er framvegis í haldinum.

Familjupakki 22 rásir:
Prísurin broytist frá 473 til 493 krónur/mánað. Viaplay Film og Serier er framvegis í haldinum.

Grundpakki 15 rásir:
Prísurin broytist frá 283 til 296 krónur/mánað. Innihaldið í haldinum verður óbroytt.