Seinastu tólv mánaðirnar eru góðar 13,3 milliardir krónur útgoldnar í lønum. Tað er ein vøkstur á 7 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni.
Størsti vøkstur er í botnfiskiveiðu, har lønirnar eru vaknar við 165 milliónum krónum, Tað er ein øking á heili 55 prosent.
Almennu vinnugreinarnar hava eisini havt stóran vøkstur. Til dømis vaks lønin í vinnugreinini “Heilsu- og Almannaverk” við 134 milliónum, og í “Almennari umsiting og verju” við 128 milliónum.
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum. Teir áttu meira enn 60 prosent av samlaða lønarvøkstrinum. Størsti vøkstur í krónum var hjá monnum undir privatum ræði, slakar 440 milliónir.
Kvinnur áttu 39 prosent av samlaðu lønunum, sum er tað sama sum árið fyri.
Miðallønin í juli var 36.058 krónur. Menn fingu í miðal 42.198 krónur, meðan kvinnur fingu 29.398. Tað er ein munur á 30 prosent.
Størsti lønarvøksturin var í Sandoyarøkinum við næstan 12 prosentum. Minsti vøksturin var í Norðoyaøkinum við 4,2 prosentum.
