Stórur partur av Krabbameinsætlanini er sett í verk ella er ávegis

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í svari frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, til fyrispurning frá løgtingskvinnuni Kristiannu Winther Poulsen, verður greitt frá gongdini í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar, sum kom út í 2022.

Landsstýriskvinnan staðfestir, at ein stórur partur av tilmælunum í ætlanini sett í verk, ella eru ávegis.

Krabbameinsráðið er sett, og hevur millum annað mælt til at styrkja palliatión, útgreiningarskipan og screening.

Palliatiónin er styrkt við serlæknum og heimavitjanum, og screening fyri tarmkrabba er ávegis. Diagnostisk útgerð er dagførd: nýggjur CT- og MR-skannari eru tiknir í nýtslu, og kanningar av prostata verða nú gjørdar í Føroyum.

Heilsustýrið sigur at hagtøl vísa, at gongdin innan bróst- og prostatakrabba hevur verið so mikið góð, at tað nú doyggja lutfalsliga færri føroyingar enn danir. Men viðvíkjandi endatarmskrabba er gongdin verri.

Fleiri yvirliva krabbameing enn áður. Hjá føroyskum monnum er yvirlivingin komin upp á 70,3 % viðvíkjandi ‘5-ára yvirliving’, og hjá kvinnum er ‘5-ára yvirlivingin á 72 %.”

Eisini verður arbeitt við nýggjari tubbaks- og nikotinlóg og broytingum í almannalóggávuni, sum betra um fíggjarligu umstøðurnar hjá sjúklingum og avvarðandi.

Svarið landsstýriskvinnuni vísir, at nógv er gjørt, men enn er nógv eftir.

Í heyst ætli landsstýriskvinnan saman við Krabbameinsráðnum at taka samanum tilmælini – og meta um, hvørji tilmæli enn mangla.