Fróðskaparsetur Føoya hevur tíðindafund ímorgin 30. oktober um nýggjan depil fyri barna- og ungdómsgransking.
Endamálið við deplinum er, sambært Fróðskaparsetrið, “at skipa, savna saman, greina, menna og miðla vísindaliga vitan um børn og ung fyri at betra trivnað og menning teirra.”
Depilin skal halda til á Námsvísindadeildini. Ingi H. Højsted, lektari á Námsvísindadeildini, er tilnevndur leiðari, og ein av fyrstu uppgávunum verður at fyrireika eina føroyska kanning um trivnað, menning og heilsu hjá børnum og ungum.
Í stýrisbólkinum fyri depilin eru umboð fyri hvørja av teimum fimm deildunum á Setrinum, umframt umboð fyri Granskingar- og framtakseindina.
Í stýrisbólkinum eru:
- Ingi H.Højsted, lektari á Námsvísindadeildini
- Frida Poulsen, adjunktur á Námsvísindadeildini.
- Firouz Gaini, professari á Søgu- og samfelagsdeildini
- Marin Strøm, lektari á Deildini- fyri heilsu og sjúkrarøktavísindi
- Annika H. Davidsen, adjunktur á Deildini- fyri heilsu og sjúkrarøktavísindi
- Sissal M. Rasmussen, adjunktur á Føroyamálsdeildini
- Hannes Gislason, professari á Náttúrvísindadeildini
- Magni Mohr, pro-rektari fyri gransking og framtaki á Fóðskaparsetrinum
Aftrat stýrisbólkinum verður settur ein ráðgevandi fylgibólkur við altjóða serfrøðingum, ið hava útbúgving og royndir í barna- og ungdómsgransking.