Flestu bussleiðir er framvegis avlýstar og eingin sigling er til Nólsoyar. Tað boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðuni ssl.fo.
Smyril siglir av Havnini klokkan 14.15, og siglt verður sambært ferðaætlan restina av degnum.
Hesar bussleiðir eru fyribils avlýstar.
- Leið 700 og 701, sum koyra millum Sumba, Vágur, Tvøroyri, Fámjin og Sandvík.
- Leið 100, 300 og 350, sum koyra millum Tórshavn, Vestmanna, Airport, Sørvágur og Gásadalur.
- Leiðirnar 600, 601 og 650, sum koyra millum Skopun, Sandur, Dalur, Húsavík, Skálavík og Tórshavn.
- Leiðirnar 500 og 500/504, sum koyra millum Klaksvík, Viðareiði og Kunoy.
- Leiðirnar 400, 442, 444 og 481, sum koyra á Skálafjarðaleiðini og millum Glyvrar, Æðuvík, Rituvík, Kambsdalur, Skálafjørður, Toftir og Oyndarfjørður.
- Leiðirnar 400, 401 og 410, sum koyra millum Klaksvík, Tórshavn, Fuglafjørður, Gøtudal og Klaksvík.
- Leiðirnar 200, 201, 202 og 223, sum ferðast millum Oyrarbakki, Eiði, Gjógv, Tjørnuvík og Kambsdalur.
Einastu bussleiðir sum koyra eru á Kalsoynni, og so tunnilsbussurin millum Strendur, Tórshavn og Runavík.