Vánaliga veðrið fær Strandfaraskip Landsins at avlýsa túrar á leiðunum til Suðuroyar og Mykines í dag.
Á Leið 7 hjá Smyrli millum Suðuroy og Tórshavn eru fráferðirnar klokkan 8.45 av Havnini og klokkan 11.30 av Krambatanga avlýstir. Um viðrar, verður siglt av Havnini klokkan 16.00, og restina av degnum verður siglt sambært ferðaætlani.
Á leið 36 millum Sørvág og Mykines eru allir túrur avlýstir í dag.
Á heimsíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, ssl.fo, verður boðað frá møguligum broytingum í ferðaætlanini.