Streymslit í megin­økinum rætt­að aftan á tímar

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting


Dagføring 19:00: Streymurin er komin aftur í Havn, tó ikki allastaðni í meginøkinum; sambært SEV er elveitingin væntandi komin aftur í rættlag innan umleið hálvan tíma.

Dagføring 17:00: Streymurin er farin um alt meginøkið.

Um fýra-tíðina seinnapartin í dag fór streymurin í Klaksvík, Fuglafirði og Leirvík, váttar SEV.

Enn verður sambært elveitaran arbeitt við at finna brekið. Roknast má við at tað fer at taka umleið ein tíma aftaná at feilurin er funnin til elveitingin aftur riggar sum hon skal, frættist frá SEV.