Streymslit í pørtum av Leirvík

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Partur av Leirvík er uttan streym.

SEV sigur, at ein kaðal er grivin av í Leirvík, og at hetta hevur elvt til streymslit í pørtum av bygdini.

Sagt verður, at arbeitt verður við at rætta brekið, men at tað kann hava við sær óregluliga streymveiting fram til kl 16 í dag.

FM1 fer at vitja ymisk støð í Leirvík og Gøtu í dag. Byrjað verður at senda klokkan 13.