Tað røkist onki fyri, at borgarstjóri verður valdur í Vági enn.
Arni Brattaberg innkallaði til skipandi býráðsfund fyrrapartin í dag, men minnilutim – Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin – møttu ikki upp á fundinum, so hann var ikki viðtøkuførur. Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum møtti heldur ikki á fundinum.
Sitandi borgarstjórin, Bjarni Johansen, møtti saman við Tjóðveldi á fundinum og ætlanin var helst at velja hann til borgarstjóra í fýra ár afturat.
Sambært lógini, so skal býráðið skipa seg í seinasta lagi gamla árs kvøld. Tað er samstundis einasta uppgávan hjá nývalda býráðnum í hesum árinum.