,

Stríðið fyri javnstøðulógini elvdi til nógv kjak

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í fjør fylti javnstøðulógin 30 ár, og í samband við hetta hava Erika Anne Hayfield og Jórun Vágsheyg greinað menningina av javnstøðulóggávu í Føroyum frá 1980 til aldarskiftið í greininni Hvussu javnstøðulóggáva varð til í Føroyum: Ein greining av diskursi.

Stríðið fyri at fáa javnstøðulóg í Føroyum skapti nógv kjak í almenna rúminum.

– Stríðið um javnstøðulógina hevði við sær, at viðurskiftini millum menn og kvinnur gjørdust eitt politiskt mál, skriva Erika Anne Hayfield og Jórun Vágsheyg í eini vísindaligari grein.

Javnstøðulógin varð samtykt á tingi í 1994 eftir nógv ár við kjaki. Longu í 1981 varð ein javnstøðunevnd sett at ráðgeva í javnstøðuviðurskiftum, men uppskotið fall í 1988.

Í greiningini eru trý tíðarskeið eyðmerkt við ymsum javnstøðudiskursum:

  • 1980-1990: Javnstøða fatað sum hóttan móti kristnum virðum.
  • 1990-2000: Stríðið um javnstøðulógina gjørdist meira intensivt.
  • 2012-2022: Javnstøða verður viðgjørd í minni mun í almenna rúminum, og kjakið er flutt til spurningin um javnar møguleikar og umboðan.

Greinin staðfestir, at javnstøða í Føroyum er ein fløkt søga, sum speglast í bæði sosialum og politiskum skipanum.