U21-manslandsliðið í hondbólti, spælir í dag klokkan 17.30 føroyska tíð móti Fraklandi í fyrsta dystinum í millumumfarinum í HM-endaspælinum, sum verður spælt í Póllandi.
Í millumbólki F eru Føroyar, Rumenia, Frakland og Danmark.
Danmark og Føroyar hava tvey stig við sær úr innleiðandi bólkaspælinum.
Tvey tey fremstu liðini koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
Í morgin klokkan 15.15 spæla Føroyar móti Danmark.
Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo
Stroymið dagsins dyst her:
Stigatalva í millumbólki 3
(Liðini hava stig við sær frá innleiðandi bólkaspælinum)
D | V | J | T | M+ | M- | Munur | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Danmark | 1 | 1 | 0 | 0 | 35 | 31 | +4 | 2 |
Føroyar | 1 | 1 | 0 | 0 | 35 | 28 | +7 | 2 |
Frakland | 1 | 0 | 0 | 1 | 31 | 35 | –4 | 0 |
Rumenia | 1 | 0 | 0 | 1 | 28 | 35 | –7 | 0 |
Føroyski U21-hópurin
Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U21 HM-endaspælið í manshondbólti í Póllandi seinni í juni.
Málverjar:
Vinstri vengur:
- Sofus í Selvindi, StÍF
- Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
- Niklas Gaard, Neistin
- Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
- Tóki Fríðriksson, KÍF
- Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
- Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)
Bakkar:
- Óli Mittún, GOG (Danmark)
- Høgni Heinason, H71
- Høgni Højsted, H71
- Rókur Ziskason, H71
- Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
- Trúgvi Hávardsson, StÍF
- Tróndur Johnsson, VÍF
Málverjavenjari er Mladen Mjerimacka, fysioterapeutur er Durita Rouch og liðleiðari er Høgni Vilhelmsen.
32 lið eru við í kappingini, sum verður spæld í Póllandi í døgunum 18. – 29. juni í býunum Plock,