Stroymið HM-dystin hjá U21-monnunum móti Íslandi klokkan 10.45

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U21-manslandsliðið í hondbólti, spælir í dag klokkan 10.45 móti Íslandi í HM-endaspælinum, sum verður spælt í Póllandi.

Hesi bæði liðini kennast væl og hava spælt nógvar venjingardystir móti hvørjum øðrum seinnu árini. Í útgangsstøði kann væntast, at dysturin verður javnur.

Føroyar vunnu fyrsta dystin móti Norðurmakedonia 33-28, og eydnast at vinna í dag, eru útlitini fyri at koma víðari í millumspælið sera góð.

Leygardagin spæla Føroyar móti Rumenia.


Stroymið dagsins dyst her:


Føroyski U21-hópurin

Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U21 HM-endaspælið í manshondbólti í Póllandi seinni í juni.

Málverjar:

  • Torstein Sivertsen, H71
  • Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (Sveis)

Vinstri vengur:

  • Sofus í Selvindi, StÍF
  • Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:

  • Niklas Gaard, Neistin
  • Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:

  • Tóki Fríðriksson, KÍF
  • Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
  • Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)

Bakkar:

  • Óli Mittún, GOG (Danmark)
  • Høgni Heinason, H71
  • Høgni Højsted, H71
  • Rókur Ziskason, H71
  • Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
  • Trúgvi Hávardsson, StÍF
  • Tróndur Johnsson, VÍF

Málverjavenjari er Mladen Mjerimacka, fysioterapeutur er Durita Rouch og liðleiðari er Høgni Vilhelmsen.

32 lið eru við í kappingini, sum verður spæld í Póllandi í døgunum 18. – 29. juni í býunum Plock,