Stuðul til alternativar grønar orkuverkætlanir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Verkætlanirnar kunnu til dømis snúgva seg um hvussu fyritøkan leggur framleiðslu, flota ella annað virksemi um frá olju til aðra alternativa orku. Stuðulin kann bæði nýtast til at gera ymiskar kanningar ella til praktiskar royndir.

Verkætlanin skal gerast í samráð við Orku og/ella Jarðfeingi. Hvør fyritøka kann í mesta lagi fáa 50 prosent av samlaða verkætlanarkostnaðinum úr stuðulsgrunninum.

Freistin at søkja er 1. oktober 2023.

Fyri at fáa nærri kunning og vegleiðing, so ber til at seta seg í samband við Orku á Umhvørvisstovuni.

Sí tíðindaskrivið frá Umhvørvismálaráðnum her