Uppskot til kunngerð um stuðul til bjargingarfeløg er sent til ummælis. Endamálið er at áseta karmar fyri, hvussu stuðulin verður býttur.
Ætlanin er, at stuðulin skal býtast soleiðis, at bjargingarfeløgini verða eggjað til at hava ein virknan leiklut í landstilbúgvingini
Ein yvirskipað avtala um strategiska menning og samstarv skal gerast millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið og bjargingarfeløgini. Avtalan skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stuðul kann søkjast til rakstur, útgerð, útbúgving og førleikamenning. Bert virkin bjargingarfeløg kunnu søkja um stuðul.
Landsstýrismaðurin tekur endaliga avgerð um býtið av stuðlinum. Nýtsla av stuðli skal kunna skjalprógvast, og kann krevjast afturgoldin, um hann ikki verður nýttur til ætlaða endamálið.
Freistin at gera viðmerkingar til uppskoti er 28. mars.
Mynd: Eiðis Bjargingarfelag