Tað spældi alt væl av, tá ein bátur steðgaði upp í Hestfirði tíðliga seinnapartin í gjár. Báturin var við at reka á land og Mayday á VHF kanal 16.
Brimil, ið var staddur í Hestfirði, sendi Nósa til hjálpar og Rescue Lív bleiv eisini tilkallað.
Tá ið Nósi kom til bátin, høvdu teir fingið varpið út og tað helt. Nósi setti fast og sleipaði bátin út frá landi.
Tá ið Rescue Lív kom á staðið, tóku teir yvir og sleipaðu bátin til Havnar, skrivar Vørn á heimasíðu sínari.