Styrkja tilbúgvingina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjár hitti landstýrimaðurin í tilbúgvingarmálum, Bjarni K. Petersen, danska Torsten Schack Pedersen tilbúgvingarmálaráðharran í Keypmannahavn, tað skrivar Løgmálaráðið á heimasíðu síni.

Millum niðurstøðurnar á fundinum var, at báðir partar vilja styrkja um tilbúgvingarsamstarvið.

Føroyar arbeiða við at betra um samstarvið við Danmark og hini Norðurlondini um tilbúgving, millum annað innan Haga-samstarvið.

Bjarni K. Petersen var sera fegin um samrøðuna við danska ráðharran og segði soleiðis eftir fundin:

Vit høvdu eina sera góða samrøðu um samstarv á tilbúgvingarøkinum, ið báðir partar vilja styrkja. Ítøkiliga havi eg góðar vónir um, at Føroyar kunnu luttaka meiri aktivt framyvir í Haga-samstarvinum og innan norðurlendska samstarvið um veitingartrygd”.