Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eftir at evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin 28. juli 2023 hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, so hækkar Suðuroyar Sparikassi nú eisini út- og innlánsrenturnar.

Tað kunngerð Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.

Út – og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 %-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi tann 18. september 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.