Suðuroyar­tunnil fyri fýra mill­iardir lið­ug­ur um tíggju ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á tíðindafundi í Tinganesi í morgun legði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fram politisku semjuna um tilgongdina at fara undir Suðuroyartunnilin. Tunnilin fer at kosta umleið fýra milliardir krónur og skal verða liðugur um tíggju ár.

Tilgongdin er í tveimum. Fyrst verður lógaruppskot um fyrireiking, prosjektering og útbjóðing av verkætlanini lagt fyri tingið. Í hesum lógaruppskotinum verður eisini heimild givin tunnilsfelagnum at gera tunnilsmunnarnar báðumegin og at gera neyðugar arbeiðisvegir. 

Tá ið tilboðini eru latin upp og greitt er, hvat tunnilin fer at kosta, skal heimild gevast í serstakari løgtingslóg um loyvið at fara undir sjálvan tunnilin. 

Víðfevnd tunnils- og vegagerð 

Løgmaður greiddi frá, at breiða politiska semjan snýr seg um, at tað er ynski um at knýta Suðuroynna við restina av Føroyum. 

Løgtingið samtykti í 2022 at fara undir at fyrireika Suðuroyartunnilin, og 20 milliónir krónur vóru játtaðar á fíggjarlógini. P/F Suðuroyartunnilin varð stovnað og hevur staðið fyri forkanningunum. 

Nú heldur politiska skipanin, at tíðin er búgvin at fara víðari, og í næstum verður lógaruppskot lagt fyri tingið. 

Verkætlanin fevnir um 

  • Suðuroyartunnil úr Djúpadali í Sandoynni til Sandvíkar 
  • Farleið frá Líðarenda til Sandoyartunnilin 
  • Farleið frá Líðarenda til Suðuroyartunnilin.  
  • Vegagerð og tunnil frá tunnilsmunnanum í Sandvík til nýggja Hvalbiartunnilin 
  • Klárgering til frákoyring til ein tunnil, sum møguliga veður gjørdur til Skúvoyar. 

Jarðfrøðisligar kanningar eru gjørdar, og Norconsult hevur gjørt eitt forprosjekt. Eisini er váðameting gjørd av trygdini í tunlinum. 

Koyrandi um umleið 10 ár 

Tunnilin verður 22,8 kilometrar langur, og av hesum verða 18 kilometrar undir sjónum. Tunnilin verður líka breiður sum Sandoyartunnilin. 

Fyrireiking og prosjektering er væntað at taka umleið hálvtannað ár, og tað tekur væntandi eini 8-9 ár at gera sjálvan tunnilin. 

Tilsamans verður øll tunnilsætlanin mett at kosta umleið 4 milliardir krónur, og harafturat skulu vegir gerast í Sandoynni fyri millum 100- og 200 milliónir. 

Suðuroyartunnilin byggir og Landsverk hevur eftirlit 

Sambært tunnilssemjuni verður P/F Suðuroyartunnilin byggiharri, og Landsverk verður góðkenningar- og eftirlitismyndugleiki. Landsverk prosjekterar og bjóðar út tær verkætlanir, sum ikki hava verið partur av forprosjektinum hjá P/F Suðuroyartunlinum. Føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at átaka sær partar av verkætlanini. 

Fíggingarleisturin er í fleiri tættum 

Fíggingarleisturin er settur saman í fleiri tættum, og til fyrsta stig verða 100 milliónir krónur verða játtaðar á fíggjarlógini í 2025 og 2026.  

Til annað stig verða 100 milliónir krónur játtaðar árliga á fíggjarlógini hvørt ár í tíggju ár. Íleggingargrunnurin letur 350 milliónir í rentu- og avdráttarfríum lánum í eitt tíðarskeið. Restin verður fíggjað við lánstøku, har Landstýrið tekur lán, og lænir pengarnar víðari til P/F Suðuroyartunnilin við fastari rentu. Avdráttartíðin verður 30 ár. 

1400 bilar um dagin 

Tá ið tunnilin er liðugur, verður mett, at 1400 bilar um dagin fara at koyra gjøgnum tunnilin, og tað gevur eina inntøku á umleið 79 milliónir krónur um árið.  

Sambært frágreiðingi skulu tær 100 milliónirnar á fíggjarlógini haldast upp í móti, at ein nýggjur Smyril og rakstur av Suðuroyarleiðini fer at kosta landskassanum umleið 146 milliónir krónur árliga. 

Løgmaður segði, at við hesum tølum ferð Verkætlanin at bera, men at tølini skjótt kunnu broytast, alt eftir, hvussu rentustigið er. 

Endaliga samtykt í 2026 ella 2027

Fyrsta lógaruppskotið fer til hoyring í novembur og kemur fyri løgtingið í desembur í ár. Uppskotið kemur í gildið, tá ið tað er samtykt. 

Prosjekteringin tekur væntandi eitt ár, og verður til liðug móti endanum av 2025. Útbjóðingini tekur umleið hálvt ár, og so verður annað lógaruppskotið lagt fyri Løgtingð í fyrru helvt av 2026 ella tíðliga í 2027.