Suðuroyartunnil samtyktur við 2. viðgerð – Alternativ linjuføring verður kannað

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingið samtykti við 2. viðgerð í kvøld, at arbeiða víðari við projekteringini av Suðuroyartunli úr Djúpadali norðan fyri Skarvanes til Sandvíkar og at bjóða arbeiðið út.

Ein stórur meiriluti tók undir við málinum, og bert fýra tinglimir atkvøddu ímóti: Liljan Weihe úr Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, umframt Grímur Sundstein og Fía Selma Nielsen úr Fólkaflokkinum.

Eitt lyfti um at kanna alternativa linjuføringin av Sandi til Sandvíkar umvegis Skúgvi og at bora úr Skúgvi fekk fleiri tinglimir at taka undir við málinum. Við hesari loysnini kann boringin ganga skjótari – hálvtannað til tvey ár skjótari.