,

Suðuroyartunnilin: Hildið verður fast í vegaføringini Skarvanes – Sandvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landstýrið heldur fast í verandi ætlan, at Suðuroyartunnilin skal fara frá Djúpadali nærhendis Skarvanes til Sandvíkar. Ætlanin er eisini at gera ein veg omanfyri Sandsbygd eftir Traðarhamri.

TÍðindafundur var í Tinganesi í morgun um Suðuroyartunnilin, har Løgmaður, Aksel V. Johannesen, og Teitur Samuelsen, stjóri fyri Suðuroyartunnilin, løgdu fram hvørjar ætlanirnar eru, nú tunnilin hevur verið til hoyringar.

Møguleikin fyri at tunnilin skal hava ein arm upp í Skúvoy verður hildin opin, og tikið verður støða til um hann skal gerast, tá ið tilboð eru komin inn.

Mett verður at ein tunnilsarmur til Skúvoyar kostar 150 milliónir krónur.

Øll tunnilsverkætlanin við atknýttum vegakervum verður mett at kosta 4,2 milliardir.