Forprojektið til Suðuroyartunnilin, sum nú liggur til grund fyri lógaruppskoti, gevur ábendingar um at trygdin í tí 22,8 kilometrar langa tunlinum er ætlað at svara meir ella minni til tað ið nevnist trygdarklassi B í Noreg, sum er fyri tunlar undir 10 km til longdar. Hetta setir lægri trygdarkrøv enn tað sum er galdandi í klassa C fyri tunlar yvir 10 km.
Samstundis bendir alt á at tunnilsfelagið sjálvt, partafelagið Suðuroyartunnilin, verður bæði vegamyndugleiki og trygdareftirlitsmyndugleiki fyri tunnilin. Leikluturin hjá okkara vegamyndugleika annars, Landsverk, er avmarkaður og ógreiður í mun til tunnilin.
Í viðmerkingum til ætlaða ‘Løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum’ stendur millum annað undir ‘Uppgávu- og myndugleikabýtið P/F Suðuroyartunnilin og Landsverk’:
“Politiska ynskið hevur verið at talan skal verða um eina samlaða verkætlan, sum fevnir bæði um undirsjóvartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi, fyri at tryggja at øll vegastrekki eru við, at verkætlanirnar eru samskipaðar og at verkætlanin kann gerast á mest skynsama hátt búskaparliga.”
“Politisk semja er um at almenna partafelagið, P/F Suðuroyartunnilin, skal standa fyri samlaðu verkætlanini,” stendur víðari at lesa.
“Landsverk er góðkenningar- og eftirlitsmyndugleiki fyri at tryggja ferðslufakligu dygdina, trygdina og samskipanina við landsvegakervið annars. Tryggjast skal millum annað at teir normar og standardir sum eru galdandi á økinum tá henda lóg er samtykt, verða fylgdir. Verkætlanin skal góðkennast av Landsverki, og Landsverk skal hava eftirlit við at verkætlanirnar verða framdar samsvarandi góðkendum prosjektum.”
“Landsverk skal gjøgnum hvørja fasu í prosjekteringunum hava tilfarið frá P/F Suðuroyartunlinum til góðkenningar og skal harafturat vegna landsstýrisfólkið góðkenna endaligu prosjektini,” ljóðar teksturin.
Men her er ein trupulleiki í fyritreytunum, vísti ein serfrøðingur á sum FM1 hevur tosað við.
“Her kann spyrjast hvørjir ‘normar og standardar’ eru galdandi fyri ein 22,8 km langan tunnil við einum vegi. Í upplegginum tykist støði at vera tikið í at allar avgerðir longu eru tiknar áðrenn Landsverk kemur inn í myndina, eitt nú spurningar um dimensioneringar og trygdarkrøv, veri seg rýmingarleiðir, ávaringarskipanir ella ventilatión í sambandi við royk. Leikluturin hjá Landsverk tykist sera avmarkaður har,” segði keldan.
“Eisini skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava eftirlit fyri at tryggja at bygt er eftir galdandi projekti ella reglum. Men tað er heilt klárt har at tað er ikki Arbeiðs- og brunaeftirlitið sum skal siga hvørjar reglur eru galdandi. Tað skal tunnilsfelagið fortelja teimum. So aftur har er leikluturin hjá eftirlitinum skerdur heilt niður.”
“Landsverk hevur jú fyrst sitið við uppgávuni áðrenn hon bleiv tikin úr hondunum á teimum, og tey ráðførdu seg við serfrøðingar hjá eitt nú SWECO og arbeiddu út frá at talan var um ein tunnil í trygdarklassa C. Sjálvt út frá tí vóru fleiri viðmerkingar um trygdina í teirra forprojekti; at farið niður á klassa B hevði ikki komið upp á tal og hevði uttan iva verið heilt kolldømt.”
“Hetta er rættiliga greitt,” legði serfrøðingurin afturat. “Um verklagslógin verður samtykt í verandi skapi, so nyttar lítið hjá Landsverki ella Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at koma við krøvum, ella at ávísa um okkurt manglar. Tá er alt longu definerað, og tað verður trupult og tíðarkrevjandi at koma afturum og krevja broytingar eftir øðrum spælireglum. Tað fungerar jú ikki soleiðis – eftirlitið má kunna arbeiða púra óheft av felagnum sum rekur tunnilin.”
Gjørdu váðameting út frá klassa C
“Tunnilin verður sambært forprosjektinum 22,8 km langur, 9,5 m breiður og hevur tvey koyrifelt,” varð millum annað staðfest í tilmæli frá tunnilsfelagnum. Tað merkir, um gingið verður eftir norsku Håndbok N500, at her er talan um trygdarklassa B fyri tunlar undir 10 km.
Sambært upplýsingar verður Suðuroyartunnilin heimsins longsti tunnil við einans einum vegi. Rýmingarleiðir umframt ávaringarskipan og ventilatión í sambandi við møguligar vanlukkur og eitt nú eldsbruna eru ein týðandi avbjóðing, vísti ráðgevingarfyritøkan SWECO á í sínari frágreiðing fyri Landsverk.
Mett verður í upplegginum til Suðuroyartunnilin at av tí at ferðslan væntandi verður munandi minni enn hvat ið hon er í norskum tunlum av tilsvarandi stødd, so verður óneyðugt at hava líka strong krøv. Hinvegin vórðu atlit til norsk krøv tikin í sambandi við byggingina av tí 10,7 km langa Sandoyartunlinum, sum júst er 9,5 m breiður; har varð nevniliga biðið um undantaksloyvi í tráð við forskiftirnar í N500, har eitt nú óheft váðameting skal fylgja við umsókn um undantak.
Í einari váðameting av undanverkætlan hjá Landsverk, sum SWECO gjørdi fyri stovnin – har gingið varð út frá trygdarklassa C, sum inniber hægri trygd enn klassi B – vórðu fleiri spurningar reistir um trygdina.
“Forbindelsen planlegges med tovegs trafikk i ett løp,” staðfestu ráðgevararnir millum annað. “Minste lengde for en tunnel fra Sandøy til Sudurøy er på ca. 22 km. Andre alternativer gir tunnellengde på ca. 26 km. Forventet trafikk i sambandet er lavt, ca. 1300 ÅDT (årsdøgntrafikk). Det er likevel usikkert om en ettløps tunnel har tilstrekkelig sikkerhet.”
“Brann anses for å være den mest kritiske hendelsen i en tunnel og at det vil være styrende for behovet for rømning og redning,” stóð víðari í frágreiðingini. “Denne studien fokuserer på det sikkerhetsmessige aspektet for tunnelen, og vurderer spesielt risiko for brann for de ulike konseptene.”
“Analysen påpeker at det er svært viktig at en brann detekteres og varsles fort til trafikantene i tunnelen,” vísti frágreiðingin á. “Uavhengig av hvilket tunnelalternativ eller sikkerhetstiltak man velger, er det anbefalt å vurdere ytterligere risikoreduserende tiltak i tunnelen som bidrar til dette, utover det som er angitt i Håndbok N500.”