Tú lurtar eftir

Summarsending við Hera W. Danielsen

30.06.2026

Í dagsins summarsending, var evnið tann fyrra tíman; “Summar og Kærleiki”. Í hesum sambandi var Vígdis Skorheim, familjuráðgevi, parterapeut og stjóri á familjumenningardepilinum MEA, inni í studio til eina samrøðu um evnið. Verturin – Heri Wang Danielsen, setti Vígdis nógvar spurningar, bæði seriøsar og óseriøsar, samrøðan var upplýsandi, hugnalig og ein góð fyrireiking til lurtararnar, nú summarið er í nánd.  Í tí seinna tímanum, spældi Heri nýggj løg, prátaði umn skránna hesa vikuna og legði lunnar undir tann góða týsdags hýrin.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Summarsendingin

Heri Wang Danielsen sendir beinleiðis á FM1 í summar týsdagar, mikudagar og hósdagar frá klokkan 10-12