Her verða skapandi verkstaðir, framførslur, kappingar, spæl, andlitsmáling, sølubúð, kafé og loppumarknaður. Eisini fáa vit vitjan av fleiri kendum andlitum innan bæði ítrótt og tónleik.
Hugskotið til tiltakið kom frá næmingaráðnum í skúlanum, sum hevur umboð úr øllum flokkunum frá 1.-6. flokk. Tey ynsktu at skipa fyri tiltaki fyri at savna pening inn til at fríðka um skúlagarðin og betra um spæliplássið í skúlanum. Lítliskúli leggur stóran dent á at næmingarnir skulu hava ávirkan á sín gerandisdag í skúlanum m.a. við at leggja eitt miðvíst arbeiði í næmingarráðið og í so stóran mun sum gjørligt at samstarva við tey um at útinna teirra hugsjónir fyri skúlan. Summarmarknaðurin er eitt frálíkt dømi um hetta.
Sí skránna niðanfyri og á facebook og heimasíðunum hjá Lítlaskúla.
Skrá:
14.00-17.00 Loppumarknaður (bílegg borð á 200kr á litliskuli@skulin.fo)
14.00-17.00 Kaféin er opin
14.00-17.00 Sølubúð við hongdjørdum smykkum, prentum, rabardusaft, grønmetisspírum o.ø., sum næmingarnir á skúlanum hava gjørt.
14.00-17.00 Andlitsmáling
14.00-17.00 Verkstaður: Ger eitt grashøvd
14.00-17.00 Verkstaðir: Ger eitt armband
14.00-17.00 Bál
14.00-16.00 Spæl fótbólt við Mads Borchers (HB)
14.00 Sjónleikur
14.30 Lítlaskúlakórið hjá Guðruni Sólju framførir
15.00 Telva við Helga Dam Ziska
15.30 Konsert við Dánjali á Neystabø
15.45 Konsert við Flóvini Viderø
16.00 Sjónleikur