

Summarsendingin við Hera Wang Danielsen
09.07.2026So var tað aftur hósdagur!Summarsendingin hendan dagin var merkt av nógvum góðum og hugnaligum lurtara ynskjum, har verturin Heri W. Danielsen, bjóðaði lurtarunum at seta sín dám á sendingina, við at senda eitt sangynski inn. Afturat eini rúgvu av góðum tónleiki, so prátaði Heri eisini við Sverrir Geirdal, ið er varða-forseti í íslendska fótbóltsfelaginum Víkingur Reykjavík. Teir prátaðu um íslendskan fótbólt, góðu gongdina hjá Vikingur í Evropeiskum kappingum og einum spennandi átakið, ið felagið skipar fyri, har útlendsk ferðafólk, kunna keypa sær eitt “matchday-experience”. Eisini prátaðu vit við Gunnar Vatnhamar, ið leikar fyri Víkingur Reykjavík. Summarsendingin fer í eina stutta summarferðiu, men vendir sterkt aftur, fyrstu vikuna í August. Vit gleða okkum.

Tíðindi á FM1 (ljóð)
Hetta eru tíðindini á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.


