Summarsólstøða verður í kvøld ístaðin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tiltakið Summarsólstøða, sum eftir ætlan skuldi haldast í Sandágerðið í gjár, varð útsett, og eftir ætlan skal tiltakið haldast í kvøld, veðrið verður til vildar.

Tað er kanska heldur ikki so løgið, at tiltakið varð avlýst, tí tað regnaði av grimd meginpartin av kvøldinum.

Á skrá til tiltakið eru felagssabgur, røða, bál og føroyskur dansur.

Randi Kúrberg heldur røðu, og skótarnir bjóða bollar og kaka.