Tað mesta av ferðavinnuni fyri í ár er farið afturum. Tó siga fólk í vinnuni frá einum vaksandi tali á ferðandi úr eitt nú Fjareystri og USA sum vilja síggja Føroyar frá tí meira rokaligu síðuni.
“Tað er eingin loyna at sesongin byrjar í apríl og endar við endan av september,” sigur Sólja F. Jóanisdóttir, ferðaleiðari í Vágum. “Men tað vit síggja ídag er at ferðavinnan kortini varir alt árið. Hetta er eitt spakuliga vaksandi rák.”
“Eitt sum nú er hent er at fólk í Asia hava uppdagað Føroyar. Og vit síggja fleiri og fleiri asiatarar, amerikanarar og suður europearar sum ikki koma fyri at uppliva tað fagra summarveðrið – tey kenna helst væl til summar og sól har tey koma frá. Hinvegin tykist tað meira hugtakandi fyri tey at uppliva Føroyar um veturin, við øllum sum har hoyrir til.”
Av bátstúrum er lítið og einki nú, men tó eru onkrir leigutúrar.
“Tað er sjálvandi liðugt nú við hásesongini. Men tað liggur ikki heilt stilt longur um veturin. Summi ferðafólk halda heilt einfalt at Føroyar eru spennandi um veturin, sjálvt um tey eisini vita at vetrarveðrið her ofta kann vera ein praktiskur trupulleiki.”