

Súna og Rakul staðfesta góðan fyrra hálvleik – men iðra seg um seinna hálvleik
18.10.2025Hoyr Pætur Nolsøe og Teitur Joensen siga frá dystarendanum og taka samanum EM-undankappingardystin við Tjarnir: Føroyar-Montenegro 26-32 (14-14). Hoyr eisini samrøðurnar Pætur gjørdi við Súnu K. Hansen, ið skoraði fýra mál, og samrøðuna Pætur gjørdi við dagsins leikara, málverjan, Rakul Wardum. Báðar staðfesta, at Føroyar avrikaðu væl í fyrra hálvleiki og við javnleiki í steðginum, men tær iðra seg um, at munurin gjørdist ov stórur í seinna hálvleiki.
