,

Sunda komm­una set­ir havna­meistara og til­búgv­ingar­leiðara

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Sunda kommuna hevur sett Magnus Madsen í starv sum havnameistari og tilbúgvingarleiðari, upplýsir kommunan.

Talan er um eitt fjølbreitt og samansett starv, og Sunda kommuna søkti eftir persóni við sjóvinnuligari, tilbúgvingarligari ella handverksligari útbúgving.

Magnus Madsen er 52 ára gamal kvívíkingur búsitandi í Leynum, útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari. Hann kemur úr starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012.

Tann nýggi havnameistarin og tilbúgvingarleiðarin byrjar í sínum starvi í november, sigur Sunda kommuna.

Mynd: Magnus Madsen, vinstrumegin, saman við borgmeistaranum í Sunda kommunu, Jógvan Kruse.