Suni Justinussen nýggjur stjóri í Magn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Magn boðar frá, at felagið hevur sett 43 ára gamla leirvíkingin Suna Justinussen sum nýggjan stjóra. Hann byrjar í starvinum 1. apríl.

Suni Justinussen hevur síðan 1. oktobur 2017 verið stjóri í GroAqua, fyrr JT Electric, á Kambsdali.

Suni er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi. Hann hevur seinastu 25 árini virkað innan nógvar vinnur, sum maskinsmiður, maskinmaður, íløguráðgevi, sølu- og marknaðarstjóri og seinastu sjey árini sum forstjóri í GroAqua. 

Í 2023 varð hann eisini kosin ársins leiðari innan privata vinnulívið. Í grundgevingini var serliga lagdur dentur avrikið at venda gongdini hjá JT Electric og menna GroAqua frá einari miðalstórari føroyskari fyritøku til ein altjóða veitara upp á sera stutta tíð.

Suni Justinussen er júst rætti profilurin at leiða Magn. Eg fegnist um at Magn fær ágóðan av hansara leiðslustíli og nýhugsan, og eg gleði meg til samstarvið, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Magn.