, ,

Sveisararnir varpaðu Nazitýskland út

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tann 9. juni 1938 vann Sveits 4-2 á Týsklandi eftir umdyst í fyrsta umfari av HM-kappingini framman fyri 22.000 áskoðarum á Parc des Princes í Paris. Týskland varð varpað út úr kappingini og tað er framvegis lakasta týska avrikið í einari HM-kapping.

Liðini høvdu spælt tann 4. Juni, men dysturin endaði við einum 1-1 javnleiki eftir longda leiktíð. Sambært galdandi reglum tá, mátti liðini spæla ein umdyst fyri at finna ein vinnara. Til at byrja við sá tað út til, at týskararnir høvdu beina kós víðari, tá áleyparin Willi Hahnemann skoraði eftir 8 minuttir og sveisarin Ernst Lörtscher gjørdi fyrsta sjálvmáli í HM-søguni í 22. minutti.

Týskararnir fingu tað afturlønt í gráum kálvskinni, tá leypararnir, Eugen Walaschek og Alfred Bickel, skoraðu í ávikavist 43. minutti og 64. minutti. Álopsfelagin André Abegglen, sum skoraði einasta sveisiska málið í fyrra dystinum, fullførdi afturkomuna við tveimum málum (75′, 78′). Sveits vann seg sostatt víðari, men møtti Ungarn í fjórðingsfinaluni og tapti 0-2. Ungarn endaði eisini í finaluni, men tapti 2-4 fyri Italia.