Tann 13. mai 2006 tók FC Basel ímóti kappingarneytanum FC Zürich á ársins síðsta leikdegi í Swiss Super League. Avgerðin í dystinum – og um meistaraheitið – fall í evstu løtu av yvirtíðini og tryggjaði FC Zürich fyrsta meistaraheitið í 25 ár.
FC Basel, sum hevði vunnið tvey meistaraheiti á rað, byrjaði dagin á fyrsta plássi; trý stig framman fyri FC Zürich. Gestirnir høvdu hinvegin ein betri málmun og tað merkti eisini, at ein sigur gav teimum fyrstaplássið og meistaraheitið.
Tað gjørdist ein ljótur, harður og javnur dystur, har bæði liðini gjørdu nógv fríspørk. Støðan var 1-1, tá vanliga leiktíðin var farin og Basel-fjeppararnir vóru byrjaðir at fagna triðja meistaraheitinum á rað, men í triðja minutti av yvirtíðini fekk FC Zürich eitt innkast. Kastað varð frameftir høgri síðu til miðvallarleikarin hjá FC Zürich, Florian Stahel, sum legði innfyri í brotsteigin hjá FC Basel, har hann rakti verjuleikarin hjá sær, Iulian Filipescu. Tá vóru bara fá sekundir eftir av dystinum, tá Filipescu hamraði bóltin í málið aftan fyri málmannin hjá FC Basel, Pascal Zuberbühler, og legði FC Zürich á odda 2-1. Beint eftir málið blásti dómarin dystin av.
Meðan leikararnir og hjálparfólkini hjá FC Zürich fegnaðust um sigurin, vórðu teir álopnir av óteljandi FC Basel-fjepparum, sum tustu inn á vøllin. Teir løgdu serliga eftir Filipescu, sum hevði tikið meistaraheitið frá teimum og ein kastaði eitt neyðbluss eftir rumenska verjuleikaranum. Enntá eftir, at leikvøllurin varð tømdur, hildu bardagarnir fram millum fótbóltsbølmennini og løgregluna – eisini langt út á náttina.