Svensk rakett lendi í Norra

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Knas er í diplomatisku viðurskiftunum millum Norra og Svøríki, eftir at ein svensk rakett fekk brek mánadagin og lendi í Norra.

Rakettin varð skotin úr Esrange Space Center, og tað er Swedish Space Corporation, ið eigur og rekur støðina. 

Rakettin, sum kom 250 kilometrar upp í loft, hevði til endamáls at gera kanningar um kolvetnisfríari orku og møguleikanum fyri betri sólsellum til orkunýtslu.

Men rakettin lendi góðar 40 kilometrar í útnyrðing frá har, sum hon eftir ætlan skuldi lenda.

Og normenn vilja vera við, at teir vóru ikki nóg væl kunnaðir um rakettina.

– Aðalráðið fekk ikki formella fráboðan, og tá ein hending sum hendan fer fram uttan fyri landamørk, er tað umráðandi, at tey avvarandi boða norsku myndugleikunum frá umvegis røttu kanalir, sigur Ragnhild Simenstad, talskvinna hjá norska uttanríkisráðnum, sambært BBC.

Swedish Space Corporation hevur biðið um umbering fyri hendingina.

Esrange Space Center vil vera við, at norski herurin fekk fráboðan um, at rakettin var dottin niður í norskum øki, og myndugleikar í Malsev, sum er har sum rakettin datt niður, siga sambært NRK, at teir fingu ein fyrispurning um ein tyrla kundi fara eftir rakettleivdunum.

Men norska uttanríkisráðið sigur hinvegin, at ráðið fekk hvørki boð um lendingina ella um tað, at sviar fóru við tyrlu inn í Norra eftir tólunum.

Vísandiligu tólini umborð viga 387 kilo, men eru komin aftur í øllum góðum, og ein tyrla hevur flutt tey til Esrange Space Center.

Hvørki mannskaði ella materiellur skaði stóðst av hendingini.