Sverri Kass gevst sum lærari

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eftir góð 30 ár sum lærari í Stranda skúla, umframt fýra ár, har hann hevur roynt ymiskt annað, hevur Sverri Kass gjørt av at gevast sum lærari, og í tí sambandi varð fráfaringarsamkoma fyri Sverra Kass á Stranda skúla farna fríggjadag.

Sverri Kass varð útbúgvin sum lærari í 1989, og byrjaði tá sum lærari í Stranda skúla.

-Sjóvar kommuna takkar Sverra hjartaliga fyri tíðina, hann hevur undirvíst, og alt tað góða hann hevur lagt í børnini í skúlanum. Hon verður ynskt blíða byr víðari á lívsleiðini, sigur Sjóvar kommuna.