Svii og dani til 07 Vestur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

07 Vestur gjørt sáttmálar við tveir nýggjar leikarar. Ein ungan áleypara úr Svøríki og ein hartarbeiðandi miðvallarspælara úr Danmark.


Jonathan Flensborg er 23 ára gamal áleypari úr Svøríki, ið hevur gjørt um seg í triðbestu svensku deildini. Hann skoraði 13 mál seinasta kappingarár fyri IFK Stocksund.

Hann hevur eisini roynt seg í næstbestu deildini í Grikkalandi. Hann er vælbygdur, fjølbroyttur, og hevur bæði ferð, góða arbeiðsorku og teknikk. Hann er longu komin til landið og hevur vant við liðnum.


26 ára gamli Nicolai Dohn er hartarbeiðandi miðvallarspælari úr Danmark, ið ikki er ókendur í føroyskum fótbólti. Hann spældi seinasta kappingarár við Skála og hevur áður spælt við AC Horsens, Nykøbing FC, og Skive IK.

Hann er kendur sum ein stríðsmaður á miðvøllinum, ið ikki er bangin fyri at fara inn í nærdystir. Hann er eisini ein leiðaratypa og er komin til landið.