Føroyskir landsliðssvimjarar er í hesum døgum við í Open Water 2025 í býnum Stari grad á oynni Hvar í Kroatia, har tey svimja um evropameistaraheitið í sjósvimjing.
Fyri Føroyar svimja Líggjas Joensen, Silas Dam Lindberg, Bárður Ólavsson, Jonna Joensen, Sissal Elendersen og Rebekka Róðinsdóttir. Við sum ferðaleiðarar er Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum og Annika Olsen.
Rókur í Jákupsstovu, skrivar á Facebooksíðuni hjá Svimjisambandinum, at vónin er at fáa eitt brúkiligt úrslit í 4×1500 fyri mix-lið, umframt sjálvsagt eina rúgvu av royndum í hesum fyri okkum enn heldur ókenda ítrótti
Svimjarar eru eisini tilmeldaðir á 5 km teininum, umframt í 3 km ‘knockout, sum er 1500 m + 1000 m + 500 m við 5 min pausu ímillum.
Rókur í Jákupsstovu skrivar eisini, at ein svenskur dómari var við í flogfarinum úr Kastrup, sum lærdi føroysku svimjararnar reglurnar.
Hann skrivar eisini, at svimjararnir eru fresh og væl fyri, og at tað verður spennandi og ikki so at skula svimja undir liðini av Paltrinieri og øðrum legendum.
Myndir: Svimjisamband Føroya – Rókur í Jákupsstovu
Føroysku svimjararnir svimja hesar teinar
Menn 5 km, kl. 14.00 29. mai | |
Líggjas Joensen | 23. sep. 2008 |
Silas Dam Lindberg | 18. jun. 2008 |
Menn 3 km Knockout Sprint, kl. 14.00 30. mai | |
Bárður Ólavsson | 1. mai 2008 |
Kvinnur 5 km, kl. 9.00 29. mai | |
Jonna Joensen | 27. mai 2005 |
Kvinnur 3 km Knockout Sprint, kl. 9.00 30. mai | |
Sissal Elendersen | 10. mai 2010 |
Rebekka Róðinsdóttir | 30. mar. 2007 |
Blandað 6 km stafett, kl. 9.00 31. mai |




