Svimjarar úttiknir til HM og NM

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur úttikið fýra svimjarar til HM á stuttgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 10.- til 15. desembur.

Tey fýra eru:

  • Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag
  • Lea Osberg Højsted úr Ægir
  • Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag
  • Líggjas Joensen úr Ægir

Við svimjarunum til Ungarn fer landsliðsvenjarin Rúni Gaardbo.


Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur eisini tikið svimjarar út at svimja um norðurlandameistaraheitið og norðurlendska juniormeistaraheitið, sum verður í Vejle frá 1.- til 3. desembur.

Hesi eru úttikin til norðurlandameistarakappingina (NM 2024)

  • Alisa Bech Vestergård úr SuSvim
  • Ari Rasmussen Weihe úr Havnarsvimjifelag
  • Áki Eliassen Havnarsvimjifelag
  • Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnarsvimjifelag
  • Heini Mohr Askham úr Ægir
  • Isak Dag Brisenfeldt úr Havnarsvimjing
  • Jón Hofgaard úr SuSvim

Hesi eru úttikin til norðurlendsku juniormeistarakappingina (NJM 2024

  • Bjarta í Lágabø úr SuSvim
  • Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Lea Osberg Højsted úr Ægir
  • Róa Trygvadóttir úr Ægir
  • Fróði Hansen úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Líggjas Joensen úr Ægir
  • Silas Dam Lindberg úr Havnarsvimjifelag

Við svimjarunum til Danmarkar fara landsliðsvenjararnir Rúna Jakobsen og Kristian Martin Joensen.