Hvørki Svøríki ella Noreg koma víðari í fjórðingsfinalurnar í HM-endaspæinum í manshondbólti. Tað gjørdist greitt seinnapartin, tá ið Svøríki óvæntað tapti móti Brasil.
Tað úrslitið hevði við sær, at Svøríki ongan møguleika hevur at koma víðari, og gjørdi eisini, at Noreg heldur ikki hevur møguleika at spæla seg víðarí. Tí hevði sigurin hjá Noreg móti Kili í kvøld ongan týdning.
Hinvegin so er longu greitt, at Brasil óvæntað hevur spælt seg í fjórðingsfinalurnar.
Svenska álopið var strivið
Svøríki spældi ein vánaligan dystin móti Brasil og mátti stríðast við at fylgja við Brasil. Tað gjørdist ikki lættari, tá ið strikuleikarin, Felix Möller, fekk reytt kort. Liðskiparin, Jim Gottfridsson, royndi at lyfta liðið eftir steðgin, men einki hjálpti
Lukas Sandell kom inn og skoraði trý mál, og Svøríki hevði eisini nakar yvirtalsstøður, sum teir einki fingu burturúr. Svenska álopið var sera stirvið, og tí var tað væl uppiborið, at Brasil vann við trimum málum, 27-24.
Noreg vann týdningarleysan sigur
Noreg var, sum nevnt, úti úr HM, áðrenn dysturin móti Kili byrjaði. Noreg vann dystin 39-22. Kasper Thorsen Lien skorðai 10 mál.
Noreg og Svøríki spæla nú ein týdningarleysan dyst sunnudagin. Meðan Brasil og Portugal fara í fjórðingsfinalurnar úr millumbólki 4.
Ísland lítla vón eftir ósigur fyri Kroatia
Ísland tapti við seks málum móti Kroatia, 32-26, og vónin um eitt pláss í fjórðingsfinaluni er lítil.
Ísland má vinna á Argentina sunnudagin, og samstundis má Kroatia missa stig móti Slovenia. Ein annar møguleika er at Egyptaland missir stig móti Kapo Verdi, men tað hendir neyvan. Øll onnur úrslit senda Ísland úr HM, sama hvussu stórur sigurin móti Argentina verður.
Í kvøldsins dysti vóru liðini jøvn frá byrjan, men Kroatia tók skjótt leiðsluna og økti til 5-2. Hálvleiksstøðan var 20-12 til Kroatia. Í seinna hálvleiki royndi Ísland at minka munin, men endaliga úrslitið gjørdist 32-26 til Kroatia. Viggó Kristjánsson var toppskjútti hjá Íslandi við fimm málum.
Dagsins úrslit
Bólkur 3
- Spania-Portugal 29-35
- Svøríki-Brasil 24-27
- Kili-Noreg 22-39
Bólkur 4
- Argentina-Kap Verde 30-26
- Egyptaland-Slovenia 26-25
- Kroatia-Ísland 32-26
Bólkur I
Dystir | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Danmark | 4 | 4 | 0 | 0 | 150 | 99 | 51 | 8 |
Týskland | 4 | 3 | 0 | 1 | 124 | 118 | 6 | 6 |
Italia | 4 | 2 | 0 | 2 | 104 | 116 | -12 | 4 |
Sveis | 4 | 1 | 1 | 2 | 111 | 113 | -2 | 3 |
Kekkia | 4 | 1 | 1 | 2 | 89 | 97 | -8 | 3 |
Tunesia | 4 | 0 | 0 | 4 | 98 | 133 | -35 | 0 |
Bólkur II
Dystir | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frakland | 4 | 4 | 0 | 0 | 144 | 104 | 40 | 8 |
Ungarn | 4 | 2 | 1 | 1 | 122 | 122 | 0 | 5 |
Norðurmakedonia | 4 | 1 | 2 | 1 | 127 | 127 | 0 | 4 |
Niðurlond | 4 | 2 | 0 | 2 | 135 | 140 | -5 | 4 |
Eysturríki | 4 | 1 | 1 | 2 | 110 | 119 | -9 | 3 |
Katar | 4 | 0 | 0 | 4 | 116 | 142 | -26 | 0 |
Bólkur III
Dystir | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Portugal | 4 | 3 | 1 | 0 | 133 | 120 | 13 | 7 |
Brasil | 4 | 3 | 0 | 1 | 110 | 104 | 6 | 6 |
Noreg | 4 | 2 | 0 | 2 | 118 | 106 | 12 | 4 |
Svøríki | 4 | 1 | 2 | 1 | 132 | 123 | 9 | 4 |
Spania | 4 | 1 | 1 | 2 | 113 | 111 | 2 | 3 |
Kili | 4 | 0 | 0 | 4 | 98 | 140 | -42 | 0 |
Bólkur IV
Dystir | V | J | T | M+ | M- | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Kroatia | 4 | 3 | 0 | 1 | 133 | 96 | 37 | 6 |
Egyptaland | 4 | 3 | 0 | 1 | 117 | 101 | 16 | 6 |
Ísland | 4 | 3 | 0 | 1 | 110 | 95 | 15 | 6 |
Slovenia | 4 | 2 | 0 | 2 | 113 | 96 | 17 | 4 |
Argentina | 4 | 1 | 0 | 3 | 96 | 132 | -36 | 2 |
Kapo Verdi | 4 | 0 | 0 | 4 | 95 | 144 | -49 | 0 |