Tað fer framvegis at bera til at ringja á 1870

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Heilsutrygd boðar nú frá, at læknavaktin fer framhaldandi at svara á telefon 1870.

Kommunulæknafelagið boðaði annars í dag frá, at kommunulæknarnir góvust á læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, og at teir frameftir fóru at arbeiða frá øðrum støðum.

Hetta hevði við sær, at um tú ringdi á 1870, sum er nummarið hjá læknavaktini, so slapst tú ikki ígjøgnum til nakran lækna.

Ístaðin høvdu kommunulæknarnir gjørt eitt skema, har tú kundi ringja til tann læknan, sum nú einaferð var á vakt.

Hetta merkti kortini, at 16 ymisk telefonnummur vóru at ringja til, alt eftir hvør var á vakt.

Men Heilsutrygd sigur nú, at hóast læknarnir ikki eru staðsettir á Landssjúkrahúsinum, so fer framvegis at bera til at ringja á 1870 fyri at fáa fatur á læknavaktini.