Tað gekk ikki hjá 43-ára gomlu Venus Williams

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað gekk ikki hjá 43-ára gomlu Venus Williams at spæla seg víðari í 2. umfar av Wimbledon í gjár.

Williams tapti móti Elina Svitolina, eftir at hon gleið og meiðslaði sær knæið í fyrsta setti.

Svitolina vann dystin við settúrslitunum 6-4 6-3.

Venus Williams, sum hevur eina karrieru, ið strekkir seg yvir næstan trý áratíggju, fekk atgongd til Wimbledon við einum wild card, men tað verður altso ikki hesaferð, at Venus slær metið hjá yngri systrini, Serena, og verður elsti grand slam meistari í kvinnutennis.

Tað var eisini ein ónøgd Venus Williams, sum slapp sær av vøllinum, eftir at dómarin hevði sagt “game, set, match” til Svitolina, tí Williams var stak ónøgd við eina døming, har Svitolina fekk stig fyri ein bólt, ið Williams metti vera úti.

Williams noktaði tí at taka lógvatak við dómaran.

At nokta at taka lógvatak við dómaran eftir loknan dyst fær aloftast og næstan allastaðni øði í áskoðarafjøldina, men soleiðis var ikki hesaferð, og áskoðararnir fagnaðu Williams allan vegin av vøllinum.

Ivaleyst var hetta sum tøkk fyri, at Williams framvegis roynir at kappast á hægsta støði – ikki minst til Wimbledon, sum hevur vunnið fimm ferðir.

Favoritturin at vinna meistaraheitið, polska Iga Swiatek, vann sannførandi í fyrsta umfari móti Zhu Lin.

Størsta hóttanin móti Swiatek, Aryna Sabalenka og Elena Rybakina, spæla báðar sínar dystir í fyrsta umfari í dag.

Amerikanska stjørnuskotið, Cori Gauff, ið varð mett at vera ein av avbjóðarunum til Wimbledon í ár, tapti í gjár í fyrsta umfari móti Sofia Kenin við settúrslitunum 6-4 4-6 6-2.