Tænastur til deyv og tunghoyrd eru styrktar seinnu árini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinastu árini er tænastur til deyv og tunghoyrd styrktar, serliga síðan deildin fyri Samskiftismenning var stovnað í 2023. Tað stendur í svari frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanninum í almennamálum, í svari til fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at almannaverkið veitir tulking og samskiftismenning til deyv og tunghoyrd, og á deildini Tulking starvast tveir teknmálstulkar, tveir skrivitulkar og fríyrkistulkar eftir tørvi. Hann heldur, at verandi skipan megnar at loysa tær uppgávur, sum koma á deildina, men møguleiki er fyri menning, um fleiri tulkar verða útbúnir.

Í fíggjarlógini fyri 2025 varð ein sparing á 400.000 krónur framd á deildini Tulking, men tað rakti ikki tænastuna, tí talan var um eitt ósett starv, sum hevði verið lýst uttan úrslit.

Føroyska teknmálið varð viðurkent sum móðurmál í 2017, og síðan tá er ein teknmálsorðabók gjørd og hon er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Málráðnum. Málráðið játtar umleið 100.000 krónur árliga til orðabókina, og fleiri játtanir hava verið givnar til teknmálsviðgerð og orðabókaviðgerð.

Deildin Samskiftismenning veitir audiologopediska tænastu til borgarar við samskiftistrupulleikum, millum annað tinnitus, staming og Cochlear Implant, sum hjálpir fólki at endurskapa hoyrnina.

Fyrstu umsóknirnar frá borgarum við Cochlear Implant eru júst komnar inn, og tey fáa tænastu skjótast gjørligt.