Landsstýrið við løgmanni á odda brúkar nógva orku uppá at renna undan ábyrgd.
Nú triðja fíggjarlógin hjá sitandi samgongu er til viðgerðar, fær undanfarna samgonga, ið hevði yvirskot, ábyrgdina fyri undirskotinum hjá sitandi samgongu.
Heldur eiga vit at brúka orkuna uppá at framtíðartryggja samfelagið við vakstrarfremjandi ætlanum og betraðum umstøðum og fleiri tilboðum til okkara borgarar. So vit fáa spennandi størv, fólkavøkstur og ein haldføran búskap.
Onki sæst til gyltu vallyftini um styttri arbeiðsviku ella bíligari breyð og frukt. Og ongin ætlan fyri vøkstri sum tryggjar haldførið.
So longi vit hava eina handlingslammaða samgongu verður onki haldføri í føroyska búskapinum.
Fyrsta fortreytin fyri at broyta, er at taka ábyrgd, tað er samgongan sum hevur fingið ábyrgdina av at stýra, men tað tykist ikki sum tey vilja hava ábyrgdina.
Vit eru til reiðar.
Bárður Á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum